Fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, fegnast saman við FSF um valið av nýggjum venjara:
-Úrslitini tala fyri seg. Brian Kerr megnaði, tá ið hann var venjari hjá U-16 og U-18 landsliðunum at stýra Írlandi til sigur í EM kappingunum. Tað var annars óhoyrt, og tá ið hann var venjari hjá a-landsliðnum, rukku teir upp á 12. pláss á FIFA styrkislistanum, vísir Jógvan Martin á.
Brian Kerr var við írska U-16 landsliðnum á Akureyri í 1998 í NM kappingini, sum føroyska liðið luttók í. Millum føroysku spælararnar ta ferðina vóru Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen.
Eisini á altjóða ráðstevnum hevur Jógvan Martin hitt nýggja føroyska landsliðsvenjaran:
- Hann dugir ógvuliga væl at fara við fólki, og tað er ein góð dygd at hava í hasum starvinum. Eg hoyrdi Brian Kerr siga á tíðindafundinum, at hann ætlar at samstarva við venjararnar hjá feløgunum, og sum venjari hjá Víkingi gleði eg meg at samstarva við nýggja venjaran.










