Hetta er eitt álvarmál – og tað er ikki bara ein spurningur um javnstøðu.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og tingmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at broyta heitini á kvinnuligum politikarum.
Skal tað vera heilt formlig eftir lógini, eita øll í Løgtinginum, løgtingsmenn, eisini tá ið talan er um kvinnur og øll eita landsstýrismenn.
Men nú hava tingkvinnurnar, Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin og Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta stýrisskipanina, so kvinnuligir løgtingslimir eisini, formliga, skulu eita løgtingskvinnur, og tað sama við teimum, sum sita í landsstýrinum.
Tað er ikki ofta, at løgtingsformaðurin tekur lut í orðaskiftinum á Løgtingi, men hann gjørdi eitt undantak tá ið løgtingið umrøddi málið.
Jógvan á Lakjuni heldur, at áðrenn eitt slíkt uppskot verður lagt fyri Løgtingið, átti ein nevnd at verðið sett at útgreina málið, tí enamálið átti at verið at fáa so góða undirtøku fyri broytingunum, sum gjørligt.
Jógvan á Lakjuni vísir á, at sum frá líður, eru vit farin at kalla kvinnuligar tingmenn fyri tingkvinnur, og tað sama við limum í landsstýrinum.
Men hann heldur, at hetta er eitt álvarsmál og hann leggur dent á, at hetta er ikki bara ein spurningur um javnstøðu, tí hetta er eisini ein málsligur spurningur.
Og á føroyskum merkir »maður» eisini »menniskja». Tað hevur tað merkt í øldir, og ger tað enn, sigur hann.
Tí hedur hann, at hetta málið er ikki so heilt einfalt mál, sum uppskotsstillararnir hava lyndi at gera tað til.
– Tvørtur ímóti er hetta rættiliga prinsipielt og eg skilji ikki, hví tað ikki ber til at siga løgtingsmaður og landsstýrismaður, og løgmaður um øll.
Men hann heldur eisini, at vit eiga at fylgja við tíðina, og hann sjálvur eisini kallar kvinnuligar løgtingsmenn fyri løgtingskvinnur.
– Hetta er ein spurningur, vit eiga at taka upp, men tað er ikki eitt einfalt mál, sigur Jógvan á Lakjuni.
Høgni Hoydal vísir á, at tulkingin er vorðin nakað strong, tí fyrr kundu løgtingskvinnur undirskrivað seg løgtingskvinnur, tá ið tær løgdu uppskot fram.
Jógvan á Lakjuni sigur, at tað er ein spurningur, sum er verdur at taka upp og tað kundi verið eitt mál fyri formansskapin í Løgtinginum at tikið upp.
Men løgtingsmaðurin heldur, at tað er at fara ov langt, tá ið summi ikki so frægt sum vilja brúka heitið »løgtingslimur», bara tí at tað er eitt kallkynsorð.
– Tá ið kjakið um javnstøðu fer so langt, eri eg ikki við longur, sigur Jógvan á Lakjuni
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at tað kann væl vera, at »maður« merkir menniskja, men tá ið vit siga »maður« nú á døgum, er eingin ivi um, at vit meina við eitt mannfólk.
Tað er Jógvan á Lakjuni ósamdur í, tí hann kennur nógvar kvinnur, sum eru formenn, og sum ikki hava nakað ímóti tí. Og hann heldur ikki, at vit eiga at brúka hetta høv til at broyta heitið»løgmaður« til »løgkvinna«, ella okkurt sovorðið.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur, at vit skulu gera okkum greitt, at fara vit í Løgtinginum at broyta málið, fylgir restin av samfelagnum við.
Eitt nú hava vit ein stovn, sum eigur Løgtingsins umboðsmaður, og tað eitur umboðsmaður á fleiri málum, eisini á enskum, har tað eitur »ombudsman«.
Sjálvt um tað er ein kvinna, sum í dag situr í tí starvinum, kallar hon sjálv seg fyri Løgtingsins Umboðsmann. Skulu vit broyta tað av javnstøðuávum, missur tað sín altjóða dám, heldur hann.