Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum

Hetta er ein fantastisk søga at fortelja útlendingum. Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, nú matstovan, Koks, hevur fingið eina Michelin-stjørnu afturat, soleiðis, at hon nú hevur tvær.

 

Hon sigur, at tá ið tey fara uttanlands at lýsa fyri Føroyum sum ferðamannaland, hevur tað alstóran týdning at hava góðar og forvitnisligar søgur, sum hetta at fortelja útlendinum.

 

Hon sigur, at slíkar hendingar síggjast eisini afturi hagtølunum yvir ferðafólkatalið. Serliga fyri Koks, og fyri ymsar veitarar, hevur tað stóran týdning.

 

Men hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum, tí nógvir av teimum útlendsku fjølmiðlunum, sum koma hendavegin, koma eisini tí at tey vilja siga søguna um Koks, sigur Guðrið Højgaard.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr, hvørja meting hon hevði í tíðindunum á FM1