– Hetta er ordiliga stórt. Tað sigur Jóan Petur Davidsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Fyri fyrstu ferð fáa tey nú ein skannara á Suðuroyar Sjúkrahús og sum vit hava skrivað áður, verður hann settur fyrst í árinum.
Les eisini: Eitt risa framstig fyri sjúklingar í Suðuroy
Yvirlæknin sigur, at úrslitið av hesum er, at eini 90 prosent av øllum suðuroyingum, sum í dag verða sendir á Landssjúkrahúsið til skanningar, kunnu nú verða skannaðir á Suðuroyar Ssjúkrahúsi.
Sostatt fer fer hetta at spara Sjúkrahúsinum, og sjúklingum rættiliga nógvan flutning. Skannarin kostar tríggjar milliónir krónur, og hann heldur, at tað er ein rættiliga lítil íløga, sum fer at verða skjótt hjá sjúkrahúsverkinum at spara inn aftur í spardum flutningi og skjótari, og betri viðgerð.
Jóan Petur Davidsen nevnir sum dømi, at tá ið illgruni er um blóðpropp í heilanum, ella heilabløðing, hevur tað avgerðandi týdning at fáa staðfest, antin talan er um blóðpropp, ella um talan er um heilabløðing, tí viðgerðin er heilt hvør sín.
Fyri at kunna geva ta røttu viðgerðina í slíkum førum, er tað neyðugt at fáa eina sjúkugreining, áðrenn seks tímar eru farnir. Og tað kann vera ein avbjóðing, í dag, tá ið sjúklingurin, í bráðskundi, skal flytast á Landssjúkrahúsið í skannara, ofta í tyrlu, fyri at fáa at vita, akkurát, hvat tað er, sum bagir.
Nú fáa vit skannað sjúklingin sjálvi og sostatt fáa vit eisini beinanvegin tikið avgerð um, hvør viðgerðin skal vera, sigur Jóan Petur Davidsen. Men so koma allar tær vanligu skanningarnar afturat, har sjúklingar í dag fara til Havnar við Smyrli, men har skanningarnar nú kunnu gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hann sigur, at skannarin, Suðuroyar Sjúkrahús fær, er ein »super modernaður« skannari, sum hann málber se. Tað heilt snilda við honum er, at hann kann fjarstýrast av røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum So tá ið brúk er fyri tí, kann serkøni fakkunnleikin á Landssjúkrahúsinum stilla skannaran á Suðuroyar Sjúkrahúsi inn á Landssjúkrahúsinum, og stýra skanningina haðani, sigur hann.