Hetta er ein livandi skúli – og nú sleppa fólk at síggja hann

Leygardagin verður fagnaðardagur í Fuglafirði

Fuglfirðingar hava fingið nýggjan skúla, og leygardagin verður hann alment tikin í nýtslu. Tá verður stórt hátíðarhald í nýggja skúlanum í Fuglafirði og hetta er ein fagnaðardagur, siga tey í eini fráboðan. Tey siga, at bæði børn, lærarar, kommuna og borgarar gleðast um, at skúlin hevur fingið hesar vøkru, nýmótans karmar. Samtíðis kunnu øll fegnast um, at skúlin framvegis liggur mitt í býnum.

 

##med2##

 

Á tí fyrra partinum á hátíðarhaldinum, sum er fyri innbodnum, fara Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, og Jógvan Fríðriksson, bispur, at halda røðu og tá verður eisini eitt nýtt tónleikaverk og listaverk, ført fram. Tað er verkið, Songur til Fuglafjarðar skúla, sum tríggir mentamenn og fyrrverandi lærarar, hava gjørt til skúlan.

 

Alexandur Kristiansen hevur skrivað yrkingina og Frits Johannesen hevur gjørt listaverk til skúlan út frá orðunum, og so hevur Jógvan á Lakjuni skrivað tónleikin til yrkingina. Verkið verður framført av næmingum og lærararum, við bæði solosangi, barnakóri og lærarakóri, umframt strúkarum og klaveri. Hetta verður ein serstøk løta tí tað verður hesa einu ferðina, at tað verður ført fram.

 

##med3##

 

Seinni verður opið hús, har almenningurin sleppur at síggja skúlan, tá fer Fimleikafelagið at hava rørðslubreyt, hornorkestrið spælir, og livandi verkstaðir og framsýningar vera í teimum ymsum hølum.

 

– Á ferðini runt í skúlanum varnast tú skiftandi útsýni úr stóru vindeygunum. Umhvørvið flytir nærum inn, tí floks- og bólkahølir hava fingið navn eftir fjøllum í rundan um Fuglafjør. Og í støðum følist tað, sum stendur tú á einum tindi og hyggur niður á yðjandi lív í fjøruni, hóast tú stendur inni og hyggur inn í høllina nakrar hæddir longur niðri. Hetta er av sonnum ein livandi skúli, siga tey í tíðindaskrivi.

 

##med4##