Hetta er ein dropi í havinum -men kanska onkur fær gleði av tí

Í Hvalba hava nakrar konur tvinnað hugnaliga samveru og neyðhjálp saman

Bindiklubbur og neyðhjálp

 Tær hava tað hugnaligt saman. Tær fáa tosað um leyst og fast. Men so fáa tær eisini gjørt sítt íkast til at hjálpa upp á neyðina og fátækradømið, har tað trongir til í londum, har tey ikki eru so væl fyri, sum her hjá okkum.
Bindiklubbar eru heilt vanligir allastaðni, men í Hvalba hava tey gjørt eitt heldur óvanligt slag av bindiklubba, har tey bæði hugna sær og fáast við neyðhjálpararbeiði, sum kemur væl við onkustaðni úti í heimi.
Hvørt hóskvøld møta tær trúliga upp í bindiklubba og tað hava tær gjørt nú í eini fýra ár. Viðhvørt hava fólk at smírast, tá ið tosað verður um bindiklubbar, tí mangan verða teir lagdir undir at vera meiri sleygiklubbar enn nakað annað.
Men í hesum føri skal orðið bindiklubbur takast heilt bókstaviliga, tí her verður sanniliga bundið, bæði stórt og smátt.
Men tær binda ikki uppá seg sjálvar.Tær binda heldur ikki uppá børn og ella ommubørn. Nei, tey binda upp á púra fremmand børn og vaksin í fjarskotnum londum, sum tær aldrin hava sæð fyrr og sum tey neyvan nakrantíð koma at hitta.
Alt, sum tær binda, verður nevniliga sent til India og í Rumenia. Tey tynru pløggini verða send til India, har tað ikki er so kalt, men tað tjukka, ullinta, verður sent til Rumenia, har tað er reiðiliga kalt um veturin.

Byrjaði av tilvild
Tað var nokk so tilvildarliga at alt hetta byrjaði.
 Tað byrjaði við at Mira Olsen og Kamma Vang tosaðu saman í telefon um leyst og fast, sum tær gera viðhvørt.
Tá kom prátið eisini inn á neyðina og elendigheitina ymsastaðni í heiminum.
 Vit høvdu sæð okkurt í sjónvarpinum um tað ómetaliga fátækradømið onkustaðni úti í heimi og tá fóru vit at tosa um, hvussu hjálparleysar, vit føldu okkum, tí hóast vit fegnar vildu hjálpt, vistu vit ikki, hvussu vit skuldu bera okkum at.
Tær høvdu hoyrt um, at tað sótu bólkar av konum norðanfyri og bundu pløgg til at senda til triðja heimin og so fóru tey at tosa um, antin hetta kundi verið nakað at roynt í Hvalba eisini.
Tær samdust so um at seta eitt uppslag upp í handlinum við Bakkhús fyri at vita, um nakar hevði áhuga fyri at hjálpa til.
 Tað vóru fleiri, sum meldaðu seg til. Í fyrstuni vóru vit einar 14-15 konur, men síðani eru nakrar falnar frá og og nú er bara tann harða kjarnan eftir.
Mira sigur, at kortini skal sigast, at tann eina av teimum, Sólgerð Midjord, hevði longu tá í nøkur ár sitið og bundið til neyðhjálpararbeiðið í nøkur ár og tað var tí sjálvsagt, at hon eisini kom við í hendan bólkin.

Sum at binda dukkuklæðir
Í fyrstuni hittust tær í skúlanum ávís kvøld, men tær samdust skjótt um, at tað var best at sita í einum staði og binda, tí so slapst undan at rudda alt til viks hvørja ferð.
Síðani hava tær trúliga hitst heima hjá Miru hvørt hóskvøld, men so skiftast tær um at hava okkurt afturvið einum drekkamunni.
Alt, sum tær binda, verður sent til Havnar, har ein bólkur samskipar hetta slagið av neyðhjálp og tey syrgja so fyri, at alt kemur fram á rætta stað.
Í Føroyum er tað ein kvinnubólkur undir Rotary, sum kallast Innerwheel", sum tekur ímóti øllum pløggunum og síðani sendir tey til India, har alt verður sent til felagsskapin hjá Móðir Teresu.
Í India ganga hesi hjálparfólki úti um næturnar og býta teppi og klæðir út til tey neyðstøddu og sumt fer eisini á tey barnaheim, sum tey hava har yviri.
Tey siga, at tað skortar ikki upp á vælvild, tá ið vørur skulu sendast avstað. Tað, sum verður sent til Havnar, tekur Berg Transport við fyri onki og Strandferðslan hevur eisini flutt ókeypis fyri okkum.
Men tað er ikki altíð líka bíligt at flyta út í heim og tí hava tey eisini eina bússu, har tey savna saman til farmagjaldið út í verðina.
Tað, sum verður sent úr Føroyum, verður sent til Danmarkar, har alt verður avgreitt víðari. Tilsamans eru tað túsundtals pløgg og teppi, sum verða sent.
Og tað er ikki hissini, sum verður bundið, heilt frá smáum barnahúgvum og til stór teppi.
Hvussu nógv verður bundið, veldst um hvussu nógv tógv tey hava.
Men tey, sum samskipa innsavningina, biðja eisini um ávís pløgg og tey senda eisini uppskriftir viðhvørt.
Eitt, sum tey hava lagt til merkis, er, at pinkubørnini í India geva orðinum pinkubørn ein heilt annan týdning, tí tey eru av sonnum ordiliga smá.
 Tað er sum at binda dukkluklæðir, men tey siga, at soleiðis skal tað vera, tí tey leggja dent á, at hetta er støddin, sum tey passa, hvussu ótrúligt tað soenn ljóðar, sigur Mira Olsen.

Taka fegnar ímóti tógvi
Klæðini til pinkubørnini skulu vera úr bummull, tí tað egnar seg betri.
Men bummull er ikki so lætt at fáa fatur á hjá teimum, sum sita og binda.
Og at fáa fatur á tógvi at binda burturúr, eru ein kunstur fyri seg.
 Har er Sólgerð nummar eitt at fáa fatur á tógvi. Hon kennir nógv fólk og er altíð úti um seg eftir tógvi og hon kemur javnan við heilum sekkjum, sum hon hevur savnað saman. Men vit heita eisini á fólk, sum rudda út, um ikki at tveita tógv burtur, tí alt kann brúkast og kemur til nyttu, sama, hvussu lítið tað er og eisini uppafturrikin pløgg.
So tey, sum hava tógv liggjandi, sama hvussu lítið tað er, kunnu altíð sleppa av við tað til hendan bindiklubban í Hvalba, har tað verður tikið ímóti tí við størsta takksemi.
Tað, sum tey binda, verður sent avstað uppundir jól og tey kunnu fáa nógvar stuttligar løtur at hyggja eftir, hvat hvør hevur fingið burturúr, sigur Mira Olsen.
Hon sigur, at tey eru fullgreið yvir, at hetta, tey binda og senda avstað, er bara ein dropi í havinum.
 Men tað er so ein dropi og allir dropar gera mun. Og tað er í hvussu so er okkara vón, at onkur verður glaður fyri hetta.
 Og samstundis hava vit tað sera hugnaligt. Og treyðugt so- vit fáa samstundis eisini loyst verðins-situatiónina, so tað er ikki so galið, sigur Mira Olsen.
Frá vinstru á myndini eru tær Kirstin Næs, Petrina Gudmundarson, Birgit Nielsen, Petra Ellendersen, Signeva Jensen, Kamma Vang, Sólgerð Midjord, Mira Olsen og Kristina Vang