– Hetta er bara fyri tey vælbjargaðu. Tað er dómurin hjá Georg F. Hansen, formanni í Føroya Arbeiðarafelag. Hann er rættiliga misnøgdur við ætlanina hjá samgonguni at geva teimum, sum hava elbil og hitapumpur, bíligari streym. Og hann er samdur við teir løgtingslimir, sum hava ført fram, at hetta er ikki annað enn ein stuðul til tey vælbjargaðu í Føroyum.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni, um at loyva SEV at selja streym til elbil og hitapumpur, bíligari enn streymurin vanliga kostar. Avslátturin kann verða heilt upp í 50 oyru fyri kilowattið, tá ið mvg er talt upp í. Uppskotið er annars samtykt eina ferð í Løgtinginum, men skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaligt, og eftir ætlan verður tað í morgin ári.
Annars er stór ósemja í Løgtinginum um hetta málið, tí tey í samgonguni halda, at hetta er ein máti at seta ferð á at fáa fólk at skifta frá oljufýri til grøna orku. Men aðrir løgtingslimir halda at hetta ger ongan mun, so leingi SEV brúka so nógva olju at gera streym við.
Men tey halda harafturat, at hetta er eitt uppskot, sum bara er fyri tey vælbjargaðu, tí vanlig fólk hava ikki ráð til at skifta oljufýrið út við eina hitapumpu, og tey hava heldur ikki ráð til at keypa sær ein elbil.
Hesum er formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag púra samdur í. Hann sigur, at í Føroya Arbeiðarafelag eru tey hart í móti uppskotinum um, at tey sum hava hitapumpu og elbil skulu fáa avsláttur frá SEV.
– Tað er ikki vanligi arbeiðarin, ella tey, ið annars eru láglønt, sum fáa áðgóðan av hesum tí tey hava rætt og slætt ikki ráð til at keypa sær elbil, ella at fáa sær hitapumpu, sigur hann.
– Eg veit ikki, hvat feilar Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, at tey leggja eitt uppskot sum hetta fyri Løgtingið, sigur hann. Hann sipar til, at eitt uppskot sum hetta, tænir bara teimum, sum hava nokk framman undan. Hann sigur, at skulu politikarar gera sær vónir um, at fólk í stórum tali fara at leggja um til grøna orku, mugu tey seta tiltøk í verk, soleiðis at fólk fáa ráð til at útvega sær jarðhita, ella aðrar orkuskipanir.
Tí heldur hann, at tað verður neyðugt at seta stuðulsskipanir í gildi, so at eisini fólk við vanligum inntøkum fáa at fáa sær hitapumpu og elbil.
Hann heldur annars, at vilja politikarar geva fólki bíligari streym, kundu ein loysn verið sett eina skipan í verk ístaðin, so at øll fingu bíligari streym um næturnar, soleiðis, at fólk kunnu vaska klæðir, ella vaska upp um næturnar við bíligum streymi.