Hetta er bara ein hálv loysn

Nú hevur Sámal Petur í Grund beint fyri skotlandssiglingini. Og tað, hann hevur fingið ístaðin, er bara ein hálv loysn

 

­ Tað er synd at siga, at her liggur nøkur nýhugsan aftanfyri. Tvørturímóti eru vit bakkað aftur heilt aftur til útgangsstøðið í 1984.

Nýggja tiltakið hjá Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni í samferðslumálum, vinnur ikki undirtøku allastaðni.

Jóannes Eidesgaard, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum, javnaðrflokkinum, er sera ivasamur um tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar og tað, sum er komið undan kavi um avtaluna ímillum landsstýrið og Smyril Line.

­ Heldur Sámal Petur í Grund, at hetta kann setast ístaðin fyri siglingina til Aberdeen, fer hann blóðskeivur. Tí hetta er bara ein hálv loysn, líka mikið, hvussu tú snarar tú.

­ Tí siglingin er bara tríggjar mánaðir um árið og hon er bara hálva leið til Skotlands. Tann, sum skal til Skotlands noyðast at gista í Hetlandi og so sigla eitt hálvt samdøgur afturat, ella flúgva, til Skotlands.

Í øllum førum er ferðin nógv drúgvari og nógv dýrari, enn tað beinleiðis sambandið var, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at heldur enn at loysa eitt samferðslumál, hevur hann skapt ein samferðslu trupulleika við hesum tiltaki.

­ Tí hann hevur lovað Smyril Line at eingin onnur sigling skal verða. Við hesum lyfti hevur hann beint fyri Skotlandssiglingini.

­ Í hvussu so er fyribils.

Tí Jóannes Eidesgaard kundi hugsað sær at spurt landsstýrismannin, hvørja heimild hann hevur at geva Smyril Line eitt slíkt lyfti, sum skal verða galdandi í allar ævir.

­ Eitt slíkt lyfti frá Sámal Peturi í Grund hevur ikki hevur einki virði í somu løtu hann ongantíð ov skjótt hevur fingið durafjórðingin í Tinganesi, sigur formaður javnaðrfloksins.


Studningsvellingur

Jóannes Eidesgaard er eisini sera ivingarsamur um avtaluna um at landsstýrið skal hjálpa Smyril Line fíggjarliga at marknaðarføra hesa rutuna.

­ Vit minnast frá aðalfundinum, at Smyril Line hevði tríggjar milliónir í halli í fjør.

­ Men tað er sera illgrunavert, tá ið sagt verður, at landskassin skal ikki stuðla rakstrinum, men marknaðarføringini.

­ Er tað nakað, sum er grundleggjandi hjá einum, sum fæst við ferðavinnu, er tað nettupp marknaðarføring.

­ Og hvar gongur markið ímillum útreiðslur til rakstur og útreiðslur til marknaðarføring.

Tað man mangan verða eitt grátt øki, har tað er trupult skilja útreiðslurnar sundur, tí so hárhvast er markið ikki.

Jóannes Eidesgaard spyr um hetta er ein annar máti hjá Smyril Line fáa slanguna aftur í landskassan, og hann kundi hugsa sær at spurt landsstýrismannin, hvør skal gera av, hvat er marknaðarføring og hvat er rakstur.

Og hann kundi eisini hugsa sær spurt, um landsstýrið eisini er sinnað at hjálpa øðrum við marknaðarføring.

­ Fer t.d. Atlantsflog at flúgva til Skotlands, fær flogfelagið eisini brúk fyri pengum til marknaðarføring. Er nøkur hjálp at heinta í Tinganesi hjá teimum? spyr formaður Javnaðarfloksins. Ella hjá Skipafelagnum, um tað ætlar sær undir okkurt nýtt?

Hann sigur, at hetta kann skapa fordømi fyri nakað, sum kann blíva sera hættisligt, serliga táið marknaðarføring er eitt so ógreitt hugtak.

Sigmund Isfeld, fulltrúði í Tinganesi nevnir møguleikan at lata stuðulin ganga ígjøgnum Ferðaráðið so at Ferðaráðið fær boð um at leggjastørri dent á at marknaðarføra Bretland, heldur enn at lata Smyril Line beinleiðis pengar.

­ Hatta dámar mær slett ikki. Eg haldi, at tað hevur alstóran týdning, at Ferðaráðið varðveitir støðu sína sum ein stovnur í arbeiðir fyri alla ferðavinnuna og ikki ger mun á hvør er hvør.

­ Tað fer at bera illa hjá Ferðaráðnum at kalla seg óheft, um tí verður álagt at arbeiða fyri eitt ávíst felag, framum eitt annað. ­ Tað kann fáa sera óhepnar avleiðingar fyri umdømi hjá ferðavinnuni sum óheftur stovnur og harvið fyri alla ferðavinnuna sum heild, sigur Jóannes Eidesgaard.