Semper Danmark afturkallar glutenfría breyði Trio Frukostbrød, tí vandi er fyri fremmandalutum í vøruni.
Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá. Vøran er seld í føroyskum handlum.
Fremmandalutirnir eru eitt nú smásteinar, sambært donskum miðlum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at bollarnir eiga at verða lætnir aftur, har teir eru keyptir, ella eigur man at beina teir burtur.











