Hetlendingar ynskja mentanarsamstarv

Hóast einki ítøkiligt er komið burtur úr enn, so eru føroyingar áhugaðir at samstarva við hetlendingar.

Shetland Council, sum er ovasti politiski myndugleiki í Hetlandi, hevur sett fram ynski um eitt mentanarsamstarv við føroyingar. Serliga eru teir áhugaðir í at samstarva um ítrótt, gransking og list. Virkandi landsstýrismaður í mentamálum, Høgni Hoydal, sigur við Sosialin, at føroyskir myndugleikar avgjørt eru áhugaðir i at samstarva við hetlendingar.

? Landsstýrið hevur samtykt, at vit skulu økja samstarvið við okkara grannar í Norðuratlantshavið, og eitt mentanarsamstarv við Hetland hevur avgjørt áhuga, sigur Høgni Hoydal.

Tað er ikki komið nakað ítøkiligt á borðið, hvussu samstarvið skal skipast, men sum skilst fara Shetland Council og Mentamálaráðið at seta seg saman um kanna møguleikarnar við samstarvi millum londini bæði.