Hetlendingar vilja nýta føroysk veðurtíðindi

Týsdagin hevði hetlendska heimastýrið fund, og á fundinum var tosað um at keypa tænastur frá føroysku veðurstøðini.

Sum nú er, fáa hetlendingar síni veðurtíðindi frá Aberdeen Met Office, men hendan veðurstøðin er í vanda fyri at verða stongd, skrivar Shetland News mikudagin. Tí er tað, at hetlendingar eru farnir at umrøða møguleikan fyri at keypa veðurtíðindi úr Føroyum.

Føroysku tíðindini betur enn tey bretsku
Ein av limunum í hetlendska heimastýrinum, Josie Simpson, er gamal skipari, og hann segði á fundinum, at føroysku veðurtíðindini eru nógv meiri viðkomandi og nógv meiri nágreinilig enn tíðindini frá bretsku veðurtænastuni.
Gussie Angus, ein annar av limunum í hetlendska heimastýrinum, legði afturat á fundinum, at føroyingar fáa sínar veðurupplýsingar frá UK Met Office, men at føroyska veðurstøðin gjørdi nógv meiri nyttu úr upplýsingunum, og at føroyingar duga betur at greina tíðindini. Gussie Angus helt tað verða skilagott, um hetlendingar settu seg í samband við føroysku veðurstøðina at kanna, hvørjar tænastur ið hon kann veita hetlendingum.
Í mun til bretar leggja føroyingar størri dent á veðrið á sjónum, og her hava føroyingar og hetlendingar felags áhugamál. Tað hevur eisini stóran týdning fyri hetlendingar og sjóvinnuna kring Hetland, at skipini fáa álítandi og nágreinilig veðurtíðindi, ikki minst havandi í huga, at størsti oljuterminalurin í Evropa, Sullom Voe, liggur í Hetlandi.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerkingar til hetlendsku ætlanirnar frá føroysku veðurstøðini áðrenn evstamark hjá blaðnum.