Hetlendingar ætla at gera undirsjóvartunlar, og teir hava nú verið í Klaksvík og kunnað seg um Norðoyatunnilin Hetlendingar hava ætlanir um at gera íløgur í undirsjóartunnlar, og í tí sambandi hava umboð fyri hetlendsku stjórnina verið í Klaksvík og kunnað seg um Norðoyatunnilin.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, tók ímóti hetlendsku gestunum, og Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, segði frá kommununi.
Síðani greiddi Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoyatunnilinum, frá og svaraði spurningum frá gestunum.
Kelda: www.klaksvik.fo










