TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við tvífalda málskjúttan hjá HB, Poul Ingason, sum kom á vøllin, tá ein hálvur tími var eftir, og gjørdist stóra hetjan hjá HB við sínum tveimum málum.
Í samrøðuni greiðir Poul Ingason frá báðum málunum hann skeyt. Hann vil tó framhevja, at tað var eitt liðavrik, sum gjørdi, at HB fekk eitt gott úrslit í dag.
Í fjør hevði Poul Ingason trupuleikar við málskjótingini, men í dag var øðrvísi. Hann torir tó ikki at lova nógv mál, men sigur seg fara gera sítt besta.