Upplýst verður, at leisðlan í uttaníkisráðnum hevur gjørt sáttmála um keyp av telefon- og telduútbúnaði fyri 1.4 mió kr!!!
Eg havi verið somikið leingi uppi í landspolitikki, at eg kenni trupulleikan hjá stovnsleiðarum ikki at nýta minni upphædd, enn játtað er av løgtinginum, tí annars verður játtanin lækkað komandi ár???!!!
Stovnsleiðarin í uttanríkisráðnum sær við árs enda, at her loypir av á fíggjarætlanini hjá okkum, og um vit ikki nýta hesa, so verða vit "skerd" næsta ár!
Hvat er so at gera?
Jú vit keypa "neyðugan telduútbúna"! Teldur og superfartelefonir. Prísurin má vera so høgur fyri hvørt, at vit fáa nýtt restjáttanina!
Spurningur mín er nú: Var tørvur á serliga útgjørdum arbeiðsteldum? Var tørvur á serliga útgjørdum farteldum?? NEYVAN!
Ein óneyðug útreiðsla fyri umleið 1.4 mió kr.?!
Fleiri einstakir pensionistar missa sína tænastu, tí sparast má á útreiðslusíðuni. Deildir á sjúkrahúsunum verða stongdar í summarferiutíðini, tí løn til vaskifólk ikki røkkur!!??
Um henda uppseting passar, og um tíðindini, vit frætta, eru røtt, so skilji eg ikki, at ábyrgdarhavandi fyri hesum útreiðslusvansi ikki verða uppsagdur beinanvegin!!
Og ein rættuliga viðkomandi spurningur er síðan: Tá so knappliga var tørvur at keypa so nógvar teldur og so nógvar farteldur, vóru so tær verandi ónýtiligar, ella:Hvar eru tær nú???
Okkara samfelag verður í hesum skúlaðu tíðum mannað við fleiri og fleiri vælútbúnum meðarbeiðarum, men í nógvum førum so lækkar arbeiðshátturin og samvitskubitið munandi í virði!
Hetta roynist ikki í hesum tíðum hjá nøkrum sum valagn, men sovorðið hevur veruligan týdning í gerandisdegnum!










