Hesum skulu pensjónistar ikki finna seg í

Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin verður misbrúktur at spara landskassanum pengar

Politikararnir hava misbrúkt Samhaldsfasti eftirlønargrunnin til at lækka fólkapensjónina.

 

Tað staðfesti Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, á ráðstevnuni hjá felagnum í gjár.

 

Á ráðstevnuni varð eisini samhaldsfasti eftirlønargrunnurin umrøddur.

 

Fólk vóru ymisk á máli um, antin hann skal metast sum ein pensjón ella ikki.

 

Men tey flestu hildu kortini, at hann skal ikki roknast upp í fólkapensjónina, tí hon er tað, sum landskassin játtar til eftirlønir, men Samhaldsfasti er eitt gjald, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir rinda í ein grunn.

 

Arne Thorsteinsson vísti á, at politikarar skulu hugsa um fólkapensjónina og ikki leggja seg út í, hvat pensjónistar fáa úr einum øðrum kassa.

 

 Men eftir hansara tykki hava politikararnir gjørt sær dælt av Samhaldsfasta og brúkt hann sum undanførðslu til at lata vera við at hækka pensjónirnar fyri at spara landskassanum pengar.

 

- Tá ið vit kanna tølini kunnu vit bara staðfesta, at Samhaldsfasti er komin ístaðin fyri fólkapensjónina.

 

- Tað merkir, at so hvørt, Samhaldsfasti er hækkaður, er fólkpensjónin skerd.

 

Í hesum føri varð víst á, at eitt áramál, var skipanin avtikin, sum bar í sær, at fólkapensjónin hækkaði tað sama, sum prístalið hækkaði.

 

Tað merkti, at í veruleikanum minkaði fólkapensjónin alsamt í virði.

 

Arne Thorsteinsson segði, at pensjónstar skulu ikki finna seg í støðuna,

 

- Tað eiga vit at gera nakað við. Pensjónistar eiga at minnast til, at teir eru eisini veljarar. Men hvar eru teir politikarar, sum siga seg røkja okkara áhugamál?, spurdi hann. 

 

Sí fleiri myndir frá ráðstevnini hjá pensjónistunum við at TRÝSTA HER

 

Les eisihi: Tað kostar at hava fólk heima

 

Les eisini: Pensjónistar skelka Hendrik Old

 

Les eisini: Sambýli og røktarheim skulu leggjast niður

 

Les eisini: Spennandi dagur hjá 1700 fólkum