Fleiri føroyskir spælarar eru við í donsku steypakappingini í fótbólti. Fyri summar er talan um kærkomnan møguleika at fáa spælitíð, og fyri aðar ein møguleiki at spæla móti onkrum av teimum stóru donsku liðnum.
Christian Lamhauge Holst:
Fremad Amager, sum hevur Christian L. Holst á liðnum, skal møta Brøndby IF. Fremad Amager spælir í triðj bestu deildini í Danmark, meðan Brøndby er í Superliguni. Her kann leggjast afturat, at Brøndby akkurát hevur keypt Daniel Agger.
Kristian Joensen:
Kristian Joensen hevur bara fingið spæltíð í steypakappingini fyri Lyngby. Í báðum førunum hevur talan verið um lættari mótstøðu, sum er skúgva til viks. Hesa ferð er mótstøðan Randers FC úr Superliguni.
Brandur H. Olsen:
Brandur hevur júst gjørt nýggjan trý ára sáttmála við FCK, men hann manglar framvegis at sínar fyrstu minuttir á besta liðnum til góðar. Her er steypakappingini eitt gott høvi. FCK skal á útivølli spæla móti FC Roskilde.
Ári Mohr Jónsson:
Tað er eisini so sum so við spælitíð hjá Ára Mohr Jónsson í Silkeborg. Hann hevur drigist við skaða í eina tíð, men tykist nú verða á veg fram. Silkeborg skal spæla móti BK Rødovre, sum heldur til í lægri deildunum.
Viljormur Davidsen og Gilli Sørensen:
Møguleiki er fyri, at Viljormur og Gilli koma at møtast í triðja umfari av steyakappingini. Vejle skal tó fyrst vinna á Vejgaard, so skulu teir spæla móti donsku greipuvinnarunum. Vejle stríðist fyri at yvirliva. Tað stendur illa til fíggjarliga.
Sonni Ragnar Nattestad:
Føroyski landsliðsmiðverjin er fastur maður í miðverjuni hjá AC Horsens. Teir skulu møta Esbjerg, sum hevur fingið eina torføra byrjan upp á kappingarárið.
Høgni Madsen:
Høgni Madsen hevur skift til Jammerburg í triðj bestu deildini. Miðvallarin spældi allan dystin í 2. umfari í miðverjuni. Teir skulu møta Brønshøj, sum spælir í næst bestu deildini.
DBU steypakappingin – 3. umfar:
Fremad Amager - Brøndby
Lyngby - Randers FC
AGF - SønderjyskE
FC Roskilde - FC København
FC Svendborg - FC Vestsjælland
Aarhus Fremad - FC Midtjylland
BK Rødovre - Silkeborg
Vejgaard / Vejle - AaB
AC Horsens - Esbjerg
Skovbakken - B1908
Jammerburg - Brønshøj
Greve - B93
HB Køge - AB
HIK - Odder
BSV - Marienlyst / Skive
SC Egedal - Varde