Hesum má ein loysn fáast á

­ Øll mugu hava líka góðar møguleikar, sigur Hergeir Nielsen, sum eisini fer at taka trupulleikan hjá fiskivinnuni í Suðuroynni upp

­ Tað gongur ikki, at vinnulívið í Suðuroynni skal vera verri fyri enn aðrastaðni. Tí má hesin trupulleikin loysast.

Hergeir Nielsen er einasti tingmaður úr Suðuroy, sum er í samgongu.

Vit hava spurt hann, hvat hann sigur til, at vinnulívsmenn stúra fyri, at mestsum øll fiskivinnan í Suðuroynni fer fyri bakka tí, at flutningsmøguleikarnir eru blivnir so vánaligir.

Meðan tey fyrr kundu arbeiða á virkjunum til á døgverða fíggjadag, mugu tey nú gevast at kalla á hálvum degi hósdag fyri at fáa fiskin til Havnar.

Og hartil noyðast tey at betala 41 oyru fyri kilo í frakt fyri at flyta fiskin úr Suðuroynni til Havnar og tað ger virkini í Suðuroynni nógv verri fyri í kappingini.

Hergeir Nielsen sigur, at tað kann sjálvandi ikki góðtakst, at vinnulívið í Suðuroynni skal vera verri fyri, enn vinnulívið aðrastaðni í Føroyum.

­ Tí so verður endin, at fiskivinnan í Suðuroynni fer av knóranum, og tað sigur seg sjálvt, at tað kunnu vit ikki góðtaka.

Hergeir Nielsen sigur, at samgongan nettupp hevur lagt stóran dent á økismenning, so tað kann ikki ganga, at vinnulívið í Suðuroy skal verða verri fyri.

Løgtingsmaðurin sigur, at orsøkin til, at ferðaætlanin hjá Smyrli varð broytt, so at hann fer hóskvøld av Drelnesi klokkan 19, var nettupp fyri at bjarga vinnulívinum í Suðuroynni.

­ Vit fingu at vita, at Fiskavirking fór at flyta feskfiskaframleiðsluna norðurum, um túrur ikki bleiv av Drelnesi til Havnar hóskvøld.

­ Eru vinnulívsmenn ikki nøgdir við broytingina, og stendst ein eykaútreiðslu uppá 41 oyru fyri kilo, er tað eitt mál, sum skal takast upp, og loysast, sigur hann.