KÍ og B36 skulu í undanumfarinum í Europa League spæla ímóti ávikavist Birkirkara av Malta og St. Joseph's úr Gibraltar. Hvørji av liðunum sleppa víðari verður avgjørt við at finna samlaða vinnaran av tveimum dystum, ið verða spældir 28. juni og 5. juli.
Skuldu føroysku liðini spælt seg víðari í kappingini, so er longu nú greitt hvørji møgulig lið bíða teimum í næsta umfari. Talan er um seks møgulig lið í part.
Hesum kann KÍ møta:
Zalgiris Vilnius (Litava)
Molde FK (Noreg)
Nomme Kalju (Estland)
CS Fola Esch (Luksemburg)
Slavia Sofia (Bulgaria)
Hesum kann B36 møta:
Górnik Zabrze (Pólland)
Vardar Skopje (Makedonia)
Dinamo Minsk (Hvítarussland)
FK Spartak Subotica (Serbia)
OFK Titograd (Montenegro)
Skuldu KÍ ella B36 megnað at spælt seg víðari, so skulu tey spæla ímóti einum av omanfyrinevndu liðum 12. juli og 19. juli.