Hesum kunnu Føroyar møta í EM undankappingini

(EM 2016) Londini eru nú styrkismett og Føroyar er í lægsta styrkisbólki

Í dag varð kunngjørt hvussu landsliðini verða styrkismett til EM 2016 undankappingina. Londini eru deild í seks bólkar. Tað eru níggju lið í hvørjum styrkisbólki uttan í lægsta styrkisbólkinum.

 

Frakland, sum er vertstjóð fyri EM endaspælinum í 2016, verður við í undankappingini, so at allir bólkarnir hava níggju lið. Tó so, so telja dystirnir móti Fraklandi einki, tí vertstjóðin hevur longu tryggja sær pláss í endaspælinum, sum kemur at telja 24 lond.

 

Nummar eitt og tvey í bólkunum koma beinleiðis víðari til endaspælið saman við vertstjóðini, umframt at tann besti 3'arin somuleiðis koma beinleiðis víðari. Hinir átta 3'arnir skulu spæla sokallaðar "Play-off" dystir um fýra tey seinastu plássini.

 

Gibraltar er við á fyrsta sinni, eftir at teir fingu UEFA limaskap. Hetta hóast Spania mutaði í móti. UEFA hevur eisini avgjørt, at Spania og Gibraltar ikki kunnu koma í bólk saman. Tað kunnu Aserbadjan og Armenia heldur ikki av politiskum orsøkum. Russland og Georgia hava fyrr verið í somu støðu, men hesa ferð kunnu tey koma í bólk saman.

 

Lutakastið til EM 2016 undankappingina verður í Nyon í Sveis 23. feburar.

 

Her eru styrkisbólkarnir:

 

Styrkisbólkur  1: Spania (Verandi EM vinnarar), Týskland, Holland, Italia, Ongland, Portugal, Grikkaland, Russland, Bosnia og Hersegovina

 

Styrkisbólkur 2: Ukraina, Kroatia, Svøriki, Danmark, Sveis, Belgia, Kekkia, Ungarn, Írland

 

Styrkisbólkur 3: Serbia, Turkaland, Slovenia, Ísrael, Norra, Slovakia, Rumenia, Eysturríki, Pólland

 

Styrkisbólkur 4: Montenegro, Armenia, Skotland, Finnland, Letland, Wales, Bulgaria, Estland, Hvítarussland

 

Styrkisbólkur 5: Ísland, Norðurírland, Albania, Litava, Moldova, Makedonia, Aserbadjan, Georgia, Kýpros

 

Styrkisbólkur 6: Luksembourg, Kasakstan, Liktinstain, Føroyar, Malta, Andorra, San Marino og Gibraltar