Hesum kann FCK møta

Lutakast til Play Off-umfarið í Champions League verður í morgin.

FCK er ógvuliga tætt við at spæla seg í Champions League-bólkaspælið, har teir vóru við í fjør, blivu nummar trý og spældu seg í 1/8-finaluna í Europa League.


Donsku meistararnir vunnu í gjár 4-1 ímóti FK Vardar úr Mekedonia, og við einum samlaðum 4-2-sigri er FCK nú einans ein dyst frá at spæla seg í Champions League-bólkaspælið.


Í morgin klokkan 12.00 verður lutakast um hvørji lið hittast í hesum sokallaða Play Off-umfarinum. Tað er greitt, at FCK kann møta hesum liðunum:


Slavia Prag (Kekkia)

Rijeka (Kroatia)

Hapoel Beer-Sheva (Ísrael)

Astana (Kasakstan)

Qarabag (Aserbadjan)


Fyrstu Play Off-dystirnir verða spældir 15. ella 16. august, meðan teir seinnu verða spældir 22. ella 23. august.