Í morgin, fríggjadagin, verður nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík tikin í nýtslu.
Hetta er ein dagur, hoyvíkingar hava bíðað eftir í nógv ár, men nú verður tað so veruleiki. Og í tí sambandi verður alment hátíðarhald á vøllinum seinnapartin í morgin við tónleiki, røðum, spæli, kaku og kaffi.
Og tað verður Annika Olsen, borgarstjóri, sum fær heiðurin at sparka fyrsta bóltin á vøllinum, men annars fara allir limir í Giza Hoyvík at møtast á miðjum vølli. Har telja tey frá 10 og niður, áðrenn tey sparka hvør sín bólt samstundis. Í tí sambandi verður heitt á tey, sum eiga bólt, um at hava hann við.
Annars verður høvi at skjóta brotsspark ímóti málmonnum í felagnum og at enda verður ein dystur ímillum eitt úrvalslið hjá Giza Hoyvík og H71 á hálvum vølli.









