Hestur verður ikki knýtt upp í ein møguligan undirsjóvartunnil í Sandoy Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, í Løgtinginum í gjár, tá ið hon greiddi Løgtinginum frá, hvussu landið liggur við tunlinum.
Hon staðfestir, at sum er, fevnir verkætlan um ein 10,5 km langan undirsjóvartunnil undir Skopunarfirði og um vegir til tunnilin. Streymoyarmegin kemur tunnilin upp við Gomlu Rætt, og Sandoyarmegin kemur tunnilin upp einar 500 metrar frá landsvegnum í Traðardali.
Sostatt er Hestur ikki við í verkætlanini, og kemur Sandoyartunnilin, verður framvegis neyðugt at hava sjóvegis samband út í Hest.
Tað er áður upplýst, at ein Sandoyartunnil fer at kosta átta milliónir krónur í rakstri og tá í hann er komin, er ferjusambandið út í Hest mett at kosta tríggjar milliónir krónur um árið.
Útrokningarnar vísa, at skal Hestur knýtast upp í ein Sandoyartunnil, er tað so nógv dýrari enn at gera íløga í eina ferju, og at reka hana í eitt áramál, at tað ikki loysir seg.










