Klaksvík:
Komandi fríggjadagur verður ein heilt serligur dagur hjá børnunum í ansingarstovnunum í Klaksvík. Tá fara tey nevniliga at vísa okkum øllum, hvat tey hava fingist við seinastu vikurnar. Enn vilja tey ikki avdúka alt, sum fer at henda, men tey byrja í hvussu er við at ganga skrúðgongu frá miðbýnum niðan á fótbóltsvøllin. Har fara tey at syngja onkrar sangir, tey hava lært, og aftaná kunnu øll koma niðan í Skálan, har stovnarnir og dagrøktirnar fara at hava hvør sín framsýningarbás. Børnini gleða seg óført, men enn er okkurt, sum líka má fáa eina seinastu hond, áðrenn alt er púra klárt.
Bara hyggja
Á gólvinum og borðunum í Blákolluni liggja ullalagdir í øllum litum. Mitt í øllum standa nøkur føt vit vatni og sápu, sum børnini sita og koyra ullina niður í. Tað sær út sum tað bera svans, men tað er skil í, tí soleiðis eigur tað at síggja út, tá man tøvir, greiða børnini frá, tá vit støkka inn á gólvið við myndatólinum.
Natalia hevur koyrt sær eitt sindur av ljósa- og myrkagráari ull niður í fatið og trýstur tað aftur og fram, meðan hon fortelur um alt, man kann gera uppá hendan mátan.
- Vit hava gjørt hasar taskurnar og smykkurnar, sum hanga har, sigur hon og peikar uppá eitt band, har ein ørgrynna av smáum og størri taskum, hálsbondum og hárbondum í alsyns litum hanga niður úr loftinum.
- Hatta fara vit at hava við niðan í Skálan, og tá sleppa øll at síggja tað, sigur hon spent, men ristir við høvdinum, tá vit spyrja, um vit tá kunnu fáa okkurt av tí, tey hava gjørt
- Nei, nei, man kann hyggja, men man sleppur ikki at taka nakað, sigur hon avgjørd og togar ullina upp úr vatninum.
Jóhan og Heri hava funni nakrar bóltar fram, sum teir hava gjørt úr ull. Tað góða við hesum bóltunum er, at teir sleppa at spæla fótbólt inni við teimum, tí teir eri so bleytir, at onki brotnar av teimum.
Ærin Margretha
Uppi í Drotning Margrethu Barnagarði eru tey í ferð við at rigga av fyri dagin, men tá vit spyrja, um tey eisini fara at sýna okkurt fram fríggjadagin, fúka tey í allar ættir inn í hvør sína stovu eftir ymsum tey hava gjørt. Lítli Símun vísir okkum errin ein hest, sum hann skal hava við, tá hann fer at ganga skrúðgongu, og Monika hevur ikki minni enn tvær fínar taskur á øksluni, tá hon kemur út úr síni stovu.
Men mitt á gólvinum í gongini stendur ein stór og fín ær, sum børnini hava gjørt saman við starvsfólkunum. Ærin eitur sjálvandi Margretha og er líka stór, sum ein verulig ær og sær næstan líka livandi út, sum hon stendur har við sínum gráa skinni og stóru eygum og hyggur. Sjálvt um Margretha er liðug, halda børnini, at at hon gott kann pyntast eitt sindur afturat, og í eini kurv við síðuna av er nokk av ull eftir at koyra uppá. Niðri í kurvini liggja eisini nakrir karðar. Og Katrin er skjót at taka teir upp, koyra eitt sindur av ull ímillum og vísa okkum, hvussu teir skulu brúkast. Alt sovorði hava børnini í ansingarstovunum í Klaksvík nevniliga lært hesar vikurnar, har tey eisini hava verið á fornminnissavninum og sæð og hoyrt, hvat tey brúktu, tá tey karðaðu og tøvdu fyrr í tíðini.










