Stella Polaris er ein tónleikakapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015.
Hósdag 31. januar og fríggjadag 1. februar vóru undankappingarnar til finaluna í ársins Stella Polarins. Í gjár varð kunngjørt í Norðurlandahúsinum, hvørji komu víðari til finaluna. Høvuðsdómarin, sum í ár er bretin Tony Shorrocks, segði innleiðandi, áðrenn hann kunngjørdi finalistarnar: “We learn what we experience” og sipaði til, hvussu nógv vit mennast av tí, sum vit uppliva.
Hesi eru víðari í finaluni (í bókstavarað):
Andrias Blaasvær
Ári Berghamar Danielsen
Ernst D. Remmel
Hjalti Bogason Støylen
Jósef Zachariassen
Kristina Thede Johansen
Finalan verður í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17.