Bert 22 hondbóltsleikarar hjá monnum hava vunnið tað tey nevna "Hondbólts Grand Slam". T.v.s. hava vunnið HM-gull, OL-gull, EM-gull og Champions League.
Ígjár løgdust tríggir danskir leikarar aftrat listanum, ið hava vunnið tær fýra stóru hondbóltskappingarnar. Teir eru Magnus Saustrup, Emil Nielsen og Magnus Landin.
Sambært hondbóltsserfrøðinginum, Rasmus Boysen eru hetta teir 22 leikararnir, ið hava vunnið "Hondbólts Grand Slam". Burtursæð frá russisku leikarunum, Oleg Grebnev og Oleg Kiselyov, so er talan um franskar og danskar leikarar:
Oleg Grebnev
Oleg Kiselyov
Jeromé Fernandez
Didier Dinart
Daniel Narcisse
Nikola Karabatic
Thierry Omeyer
Joel Abati
Luc Abalo
Michaël Guigou
Cedric Sorhaindo
Lasse Svan
Niklas Landin
Vincent Gerard
Valentin Porte
Dika Mem
Timothey N’Guessan
Ludovic Fabregas
Hans Lindberg
Magnus Landin
Emil Nielsen
Magnus Saugstrup











