Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvør er tilnevndur til ársins ungi spælari hjá monnum. Her er talan um spælarar, sum hava U21-aldur.
Ársins ungi spælari: (Spælari við U21-aldri)
Adrian Justinussen, HB
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Meinhard Olsen, B36
Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.
Les eisini: Tilnevningar til ársins málverja
Les eisini: Tilnevningar til ársins verjuspælari
Les eisini: Tilnevningar til ársins miðvallari
Les eisini : Tilnevningar til ársins áleypari