Hesir eru tilnevndir til ársins áleypara

Tveir útlendskir spælarar eru millum teir tilnevndu

 

 

Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. 

 

Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvør er tilnevndur til ársins áleypari hjá monnum. Her kann nevnast, at eitt nú toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Adrian Justinussen, verður bólkaður sum miðvallari. Tí er hann í uppskoti sum ársins miðvallari og ikki áleypari.

 

Ársins áleypari:

Kaimar Saag, B36

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Sonny Jakobsen, 07 Vestur

 

Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.

 

Les eisini: Tilnevningar til ársins málverja

 

Les eisini: Tilnevningar til ársins verjuspælari

 

Les eisini: Tilnevningar til ársins miðvallari