Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Sámal Erik Hentze sendir á vøllin frá byrjan móti Norðurmakedónia. Tað verða fimm broytingar frá javnleikinum móti Fraklandi.
Nýggir á liðnum eru Bjarti Vitalis Mørk, Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannesen. Teir avloysa Bárð á Reynatrøð, Sjúrður Paula Nielsen, Áka Johannesen, Áka D. Samuelsen og málskjúttan Steffan Løkin.
Klokkan 14:00 seinnapartin tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Norðurmakedónia. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Sámal Erik Hentze, venjari, sendir á vøllin frá byrjan.
Bjarti Vitalis Mørk verður í mál, og í verjuni vera Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson og Pætur Skipanes. Á miðvøllinum frá byrjan vera Símun Sólheim, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, ið eisini er liðskipari, Andrass Johansen og Lukas Giessing, og fremsti maður verður Jonn Johannesen.
Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Aleksandur Jensen, Áki Johannesen, Heini Sørensen, Steffan Løkin, Áki Samuelsen, Ingi Jonhardsson, Gullbrandur Øregaard og Ragnar Skála.