Hesir bólkarnir eiga at koppseta seg fyri influensu

Í ár taka heilsumyndugleikarnir óvanlig stig fyri at forða fyri, at influensan skal raka so hart, sum teir annars stúra fyri

Influensatíðin nærkast í stórum, men hesaferð vænta læknarnir, at influensan verður harðari enn vit eru von við. Orsøkin er, at hetta hálvtannað árið, korona hevur herjað, hava vit ansað so væl eftir, at aðrar smittuberandi sjúkur hava ikki eru sloppin at breiða seg. Sostatt eru vit sloppin undan influensu í hálvtannað ár - men vansin við tí er, at av tí sama er órinsverjan hjá hvørjum einstakum eisini viknað. Tí verður stúrt fyri, at influensan í vetur fer at taka fastari enn vit eru von við.

 

Koppingarevni fyri influensu er komið til landið og tey fyrstu hava longu fingið sproytuna. Heilsumyndugleikarnir mæla til, at fólkapensjónistar lata seg koppseta. Somuleiðis eiga fólk við varandi sjúkum, ella við sjúkum, sum ger, at tey illa tola at fáa influensu, at lata seg koppseta. Mælt verður eisini til, at ávísir starsvbólkar, og lesandi, í heilsuverkinum, og í røktini, har fólk eru, sum illa tola at fáa influensa, lata seg koppseta.

 

Umframt fólkapensjónistar, mæla heilsumyndugleikarnir sostatt til, at fólk við hesum sjúkum og veikleikum, lata seg koppseta fyri influensu:

 

Niðursett lungnavirkni

 

Astma

 

Hjarta- og æðrasjúku

 

Diabetes

 

Skert mótstøðuføri

 

Fólk við avmarkaðari Livra- og nýrafunktión

 

Ovurfiti (vegleiðandi BMI omanfyri 35)

 

Barnakonur frá 13. Barnsburðarviku

 

Húsfólk hjá sjúkum við nógv skerdum mótstøðuføri

 

Fólk við øðrum, varandi sjúku, og har lækni metir frá at influensa hevur álvarsligan heilsuvanda við sær, eiga eisini at lata seg koppseta.

 

Nú verður eisini mælt til, at nøkur pinkubørn verða koppsett. Her er talan um børn, sum eru eldri enn seks mánaðir og har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur álvarsligan heilsuvanda við sær. Tað sama er galdandi fyri húskini hjá hesum børnum.

 

Tað er ókeypis hjá hesum bólkum at lata seg koppseta, men onnur kunnu eisini lata seg koppseta fyri eina ávísa upphædd, sum hevur ligið um einar 200 - 300 krónur, ella har á leið.

 

 

 

Fara eisini at koppseta smábørn

 

Men hesa ferð taka heilsumyndugleikarnir harafturat tað óvanliga stigið, at tey eisini fara at bjóða 2- 6 ára gomlum smábørnum at verða koppsett ókeypis fyri influensa. Tað er ikki so nógv fyri at verja tey fyri influensu, men børn í hasum aldrinum eru hervilig at bera smittuna runt í samfelagnum, tí tey hava so nógv samband við onnur.

 

Landslæknin hevur áður upplýst, at verður hesin aldursbólkurin koppsettur, minkar tað smittuspjaðingini eini 50 prosent.

 

Heilsumyndugleikarnir siga, at koppsetingin fyri influensu verjir tey flestu. Men hon verjur ikki øll, tí fólk kunnu fáa influensu, hóast tey eru koppsett, men tá er influensan aloftast nógv mildari enn annars.

 

Influensa smittar gjøgnum smáar dropar frá tí at vit hosta, njósa, o.s.fr. fólk, sum koma í sambandi við droparnat og síðan nema við eygu, nøs ella munn, ella beinleiðis anda droparnar í seg

 

Hyggjuráðini eru tískil at kalla tey somu sum í sambandi við koronu, nevniliga at hosta og njósa í einnýtis lummaturriklæði, og at hav tey í einum afturlatnum posa, til tey verða burturbeind.

 

Ein annar máti er at hosta og njósa í ermuna – ikki í lógvarnar. Mælt verður eisini til, at fólk vaska tær væl um hendurnar. Tey, sum verða sjúk, eiga at halda seg heima, til tey hava verið fepurfrí í eitt samdøgur.

 

Men hesa ferð taka heilsumyndugleikarnir harafturat tað óvanliga stigið, at tey eisini fara at bjóða 2- 6 ára gomlum smábørnum at verða koppsett ókeypis fyri influensa.

 

Men enn er ikki klárt at koppseta tey 2-6 ára gomu, tí fíggingin er ikki útvegað enn. Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur biðið Løgtingið játta tvær milliónir til endamálið. Løgtingið kemur ikki saman aftur fyrrenn seinast í mánaðinum, so tað verður ikki heilt enn, at tað verðru klárt at koppseta tey 2-6 ára gomlu.

 

Tað er ikki so nógv fyri at verja tey fyri influensu, at tey verða koppsett. Men børn í hasum aldrinum eru hervilig at bera smittuna runt í samfelagnum, tí tey hava so nógv samband við onnur.

 

Landslæknin hevur áður upplýst, at verður hesin aldursbólkurin koppsettur, minkar tað smittuspjaðingini eini 50 prosent.