Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um loyvi at samráðast við Wigan venjaran, Roberto Martinez. Kenny Dalglish bleiv í gjár koyrdur frá sum venjari hjá Liverpool.
Tað er nógv, sum bendir á at tað verður 38-ára gamli spaniólin, ið verður komandi venjari hjá Liverpool. Felagið hevur havt eitt vánaligt kappingarár, sum endaði við einum áttinda plássi í Premier League.
Roberto Martinez hevur síðani 2009 verið venjari hjá Wigan. Hann hevur somueliðis verið venjari hjá Swansea.










