Fyrsta vóru tað Timo Werner og Kai Havarez. Tann er endaður í Chelsea og tann seinni er sambært bretskum miðlum á veg til Chelsea. Síðani var tað Thiago Alcântara, sum tó sigst enn vera á veg til Liverpool.
Eftir tað skuldi var talan um vinstra bakkin hjá Norwich, Jamal Lewis, men partarnir blivu ikki samdir um ein prís. Nú skriva fleiri tíðindafólk við góðum keldum í bæði Liverpool og Olympiacos, at Kostas Tsimikas verður fyrsta keypið hjá Liverpool í summar.
Kostas Tsimikas, sum er úr Grikkalandi, er 24 ára gamal. Hann er vinstri bakkur og skal verða ein stuðul hjá Andy Robertson, ið hevur verið fastur maður á vinstra bakki hjá Liverpool seinnu árini. Hann hevur tó verið einasti vinstri bakkurin í ár, og tí er brúk fyri einum vinstra bakki afturat.
Liverpool Echo skrivar, at prísurin liggur um 100 milliónir krónur, men at Olympiacos eigur rættin til 20 prosent av eini møguligari víðari sølu. Prísurin er høvðusorsøkin, at Liverpool ikki helt fram at samráðast við Norwich um Jamal Lewis, ið annars var fyrstaval hjá Liverpool.
##med2##
Norwich fekk fyri tveimum árum síðani 200 milliónir krónur fyri James Maddison, tá hann skifti til Leicester City. Hetta var tí markið hjá Norwich fyri at selja ein av evnaríku spælarunum, meðan Liverpool metti seg fáa betri valuta fyri pengarnar við at leita aðra staðni í Evropa, skrivar Liverpool Echo.