Hesin tjóðveldismaðurin fer umborð á Dannebrog

Páll á Reynatúgvu ger aftur í ár sum hann er vanur og tekur ikki av innbjóðingini frá kongshúsinum um at eta døgurða umborð á Dannebrog. Páll á Reynatúgvu er boðin umborð sum løgtingsformaður, men eins og á drotningin vitjaði í fjør, hevur løgtingsformaðurin valt ikki at taka av tilboðnum. Ein av grundgevingum hansara er, at hann sum íðin tjóðskaparmaður ikki heldur tað vera rætt at taka av tilboðnum frá donsku yvirvøldini, eins og hann ongantíð fer at taka ímóti einum riddarakrossi.

 

Ein annar íðin tjóðveldismaður er eisini boðin umborð á Dannebrog. Fyrrverandi løgtingsmaðurin, landsstýrismaðurin og fólkatingslimurin Tórbjørn Jacobsen er boðin, í sínum embæti sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

Og hann ætlar sær umborð.

 

- Havi í mínum stilla sinni roynt at funnið onkra grundgeving fyri, hví eg ikki skal fara umborð á "Dannebrog" leygarkvøldið í næstu viku, havi annars takka Kongshúsinum hjartaliga fyri innbjóðingina, men eg fann hana ikki – grundgevingina, skrivar Tórbjørn Jacobsen á facebook-vanga sínum.

 

Hansara grundgeving, fyri at taka av, er at tað ikki er hann sum privatpersónur, sum er boðin, men borgarstjórin í Runavíkar kommunu.

- Meðan hann situr í tí sessinum, umboðar hann fýra túsund fólk í Føroyum, og ímillum teirra finnast allir politiskir og átrúnaðarligir observansar. Tí fari eg umborð umboðandi hesi fólkini, og ikki míni egnu subjektivu politisku sjónarmið, sum tey flestu helst kenna, sigur hann.

 

Og kemur at enda við einum lítlum prikið:

- Annars dámar mær minst líka væl at sita við eitt borðhald saman við sambandsmonnum sum tjóðveldismonnum, teir hava ofta ein meiri avslappaðan humor enn onkrir av hinum.

 

Meðan Tórbjørn Jacobsen so fer umborð á Dannebrog, verður Páll á Reynatúgvu at finna í Gundadali. Har fer hann at stuðla dóttir síni, Ásu, sum saman við liðfeløgunum í HB spælir steypafinalu móti EB/Streymi/Skála.