Hesin skal vera við til at bjarga skútuni

Honum dámar væl at tey lova ungum fólki framat

- Eg havi altíð verið sjálvstýrissinnaður. Og mær dámar best at taka sjálvtýrið stig fyri stig.

 

Tað sigur nýggjasta valevni hjá Nýggjum Sjálvstýri, Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði.

 

Nú Løgtingsvalið er í hondum, er hann avdúkaður sum ein av nýggju trumfunum hjá Nýggjum Sjálvstýri, sum skal vera við til at bjarga Nýggjum Sjálvstýri lívið í føroyskum politikki.

 

Tær veljarakanningar, sum eru gjørdar, hava verið so mikið harðar við nýggja Sjálvstýrið, at tað er eitt stórt ivamál, um hann yvirhøvur vinnur sæti á tingi aftur á løgtingsvalinum í heyst.

 

Tí eru tey uttan iva fegin um, at borgarstjórin í einum av stóru kommununum er sinnaður at stilla upp fyri flokkin, sjálvt um hann er í mótvindi í býráðnum í Fuglafirði, har hann er komin í minniluta.

 

Sonni á Horni sigur, at hann hevur ikki verið limur í nøkrum flokki áður. Men hann hevur altíð verið sjálvstýrissinnaður, og heldur, at vit eiga at arbeiða fram ímóti sjálvstýri í Føroyum. Og honum dámar væl ætlanin hjá Nýggjum Sjálvstýri um at taka sjálvstýri stig fyri stig.

 

Honum dámar eisini, at Sjálvstýrisflokkurin hevur lovað einum ungum formanni, sum sær alt við øðrvísi eygum, framat.

 

Sonni á Horni heldur, at virðini í Føroyum eiga at verða býtt øðrvísi.

 - Tað stendur aldrin á at fáa fígging til stór verkløg av øllum handa slagi. Men hinvegin knípur ofta við politiska viljanum, tá ið peningur skal játtast til bleyt virði.

 

Og so heldur hann, at tað skal vera eitt aðalmál at lyfta allar føroyingar upp um fátækamarkið.

 

Men serliga heldur hann, at spurningurin um, hvussu vit skulu skipa okkara fiskivinnu framyvir, nú øll fiskiloyvi verða inndrigin í 2018, er ein øgiliga spennandi avbjóðing.

 

Beint nú hevur hann onga avgjørda meining um, hvussu fiskivinnan skal skipast. Men hjá honum verður tað eitt aðalmál, at tey, sum hava hug at royna seg, skulu sleppa framat, eisini tey, sum ikki eru í fiskivinnuni frammanundan.

 

- Sum støðan er nú, er ómetaliga torført hjá vinnulívsfólki, sum ikki eru í fiskivinnuni frammanundan, at sleppa framat. Tí tekur hann ikki undir við skipanini, sum hon er nú. Serliga heldur hann, at tað heilt burturvið, at privat liggja og selja fiskirættindi sínamillum og fara avstað við øllum vinninginum, soleiðis sum støðan er nú.

 

Í hesum sambandi leggur hann dent á, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.

 

Seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp um borgarstjórar eisini skulu kunna vera í løgtinginum. Tí er spurningurin, hvat Sonni á Horni ger, skuldi hann verði valdur í Løgtingið, serliga tá ið hugsað verður um, at meirilutin í býráðnum í Fuglafirði, hevur vent sær ímóti honum.

 

Hann sigur, at tann spurningin hevur hann ikki hugsa so nógv um, tí tað fer hann at taka støðu til, skuldi tað komi hartil.

 

Men sum heild ivast hann í, um tað ber til at røkja bæði størvini. Men hann tekur ikki undir við uppskotinum, Annika Olsen um at banna borgarstjórum at verða løgtingslimur samstundis.

 

- Tað luktar ov nógv av, at tað verður lagt eftir einum ávísum málbólkum, tí tað eru so nógv onnur, sum hava størv afturat løgtingsstarvinum.

 

Samstundis eru tað borgarstjórar, sum eisini sita í løgtinginum, og sum nú bjóða seg fram á Fólkatingsvalinum.

 

- Annars hevur formaðurin í Fólkaflokkinum staðiliga víst á, hvussu stóran týdning, tað hevur, at ein fólkatingsmaður eisini er limur í løgtinginum, fyri at hava føling við, hvat rørist. Vit kundu kanska sagt tað sama um løgtingslimir, at tað hevur týdning, at teir vita, hvat rørist í kommununum, heldur Sonni á Horni.