Angus Houston, sum stendur fyri bjargingararbeiðinum, sigur við tíðindastovuna AP, at tey vænta at finna flogfarið um nakrar fáar dagar.
-Eg eri bjartskygdur og vænti, at vit fara at finna flogfarið ella lreivdirnar av tí um stutta tíð. Vit hava ikki funnið tað enn, tí hetta er ein sera trupul uppgáva, sigur Angus Houston.
Avstraliumenn hava nú fingið ein serútgjørdan amerikanskan kavbát av slagnum Bluefin, sum er eitt slag av einari undirvatnsdronu, og sum hevur útgerð til at finna flogfarið. Finnur kavbáturin flogfarið, skal hann taska myndir av tí, og so er ætlasnin at senda ein mannaðan ella ómannaðan kavbát niður til flogfarið.
Teir seinastu dagarnar hava kinesisk og avstralsk skip hoyrt tekin á sama frekvensi, sum teir svørtu kassarnir í flogførum brúka.