Hesin skal bjarga Liverpool

Jurgen Klopp ynskir at strykja um hópin við brasilskum spælara

Mynd: (Polfoto) Alex Teixeira(t.h) í dysti móti landsmanninum David Luiz.

Liverpool Echo skrivar í dag, at Liverpool er í holt við at keypa Alex Teixeira frá Shakhtar Donetsk. Brasilski spælarin kostar yvir 200 milliónir krónur.

Liverpool vann í gjár 3-0 á Exeter í FA Cup, men sigurin hevur ikki broytt tað støðu, at Jurgen Klopp hevur stóran tørv á at skifta út í hópinum hjá Liverpool.

Umframt Liverpool, so skal Chelsea hava víst stóran áhuga fyri 26 ára gamla Alex Teixeira, sum hevur skotið 22 mál í 15 dystum hetta kappingarárið. Liverpool Echo skrivar, at Liveprool hevur váttað, at teir hava bjóðað 240 milliónir krónur fyri Alex Teixeira.