Elias og Vár vóru best umtóktu nøvnini at geva børnum í fjør.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Vár var best umtókta navnið at geva gentum, sum vóru føddar í 2020. Í aðru røð vóru tað nøvnini Aria, Eir, Emma, Hanna, Lilja, Lív og Tóra.
Onnur væl umtókt gentunøvn í 2020 vóru Barba, Lóa, Nora, Olivia og Ranja.
Besta umtókt navnið at geva dreingjum, sum vóru føddir í 2020, var Elias. Síðani komu nøvnini Benjamin, Levi, Lukas, Brandur, Hákun og Mattias.
Onnur væl umtókt dreingjanøvn í 2020 vóru Filip, Bartal, Liam og Silas.