Anna, Elsa, Olaf og allar hinar hetjurnar, ið børn kenna úr teimum vælumtóktu Disney filmunum, eiga at tosa føroyskt. Tað metir Eyð Steinbjørnsdóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini, sum í samrøðu við Skúlablaðið sigur, at tað hevði ment málkunnleika hjá føroyskum børnum.
- Øll onnur lond týða og tillaga, so hví ikki vit? Hvussu hevði tað ikki verið, um okkara børn kundu sæð Frozen við føroyskari talu og føroyskum sangi? Børn taka hetjurnar og fyrimyndirnar úr hesum filmum við inn í spælið á enskum ella donskum; tað hoyrist ógvuliga týðiliga í málinum hjá børnum. Tillagaðu vit filmarnar til føroyskt, so hevði tað verið tað føroyska, sum børnini tóku til sín, sigur Eyð Steinbjørnsdóttir við skulablaðið.fo.
Við blaðið ávarar hon eisini um, at hetta hevur stóran týdning, tí tað tykist sum føroyingar ikki eru heilt greiðir yvir hvussu álvarslig støðan er og hvørja ávirkan enskt hevur á málið.
- Fólk gera sær ikki far um, hvussu álvarslig støðan er; vit vita væl, at børn sita ov nógv við einum skíggja og hyggja at enskum tilfari, vit vita, at tað hevur týdning at lesa føroyskt tilfar, og vit hoyra, at serfrøðingar ávara um vantandi orðfeingi, men onkursvegna sýnist tað sum um, at fólk ikki vita, hvussu ovurhonds stór ávirkanin úr enskum er, og hvørjar avleiðingar hon hevur. Tað er í fínasta lagi at læra og duga onnur mál, men tú mást fyrst og fremst læra og duga móðurmálið væl og virðiliga, sigur Eyð Steinbjørnsdóttir.