Leygarkvøldið 27. februar verður Norðurlandahúsið karmur um ársins filmskvøld, tá Geytin 2021 fer av bakkastokki.
Á Filmskvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 35.000 krónur, sum Runavíkar Kommuna letur.
Áskoðararnir og sjónvarpshyggjararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 25.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.
Við í kappingini um Geytan 2021 eru:
PERLAN – Terji Mohr
SKÚLA SCAM - 5. PARTUR - Tóki Jansson
MÓÐIR / KATA - Heiðrik á Heygum
SPILLARIN - Dina Fríða Poulsen
HANDANLAND - Barbara Lervig
KARLO AND LUDDI - Rói Davidsen
STORYMUSIC - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen
KAVAKRÍGGJ - Leann á Kósini
KALL – Nóllywood
Filmskvøldið verður leygarkvøldið 27. februar klokkan 19.00 í Norðurlandahúsinum.