Hesi nøvnini dámdi foreldur best at geva børnunum í fjør

Nøvnini, sum eru best umtókt nú, eru ikki tey somu, sum fyri 20 árum síðani

Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir, sum vórðu fødd í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Men tíðir broytast og tey nøvnini, sum eru vælumtókt nú, eru ikki tey somu, sum fyri 20 árum síðani. Av tíggju teimum best umtóktu nøvnunum í fjør, eru Lív og Jónas tey einastu, sum eisini vóru ímillum tíggju tey best umtóktu fyri 20 árum síðani.

 

Av teimum børnunum, sum vóru fødd í fjør, fingu sjey gentur navnið, Lív, og tíggju dreingir fingu navnið Jónas.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2001, at Lív er tað best umtókta gentunavnið. Í 2001 var tað fyrsta árið, at Hagstovan fór at gera upp, hvørji nøvn, børn fingu og tá var Lív nummar níggju á listanum yvir best umtóktu gentunøvn, og Jónas var nummar fimm. Síðani tá hevur Jónas verið best umtókta dreingjanavn heilar tíggju ferðir.

 

##med2##

 

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Nóa, Gilli, Jógvan, Markus, Adrian og Bragi. Hjá gentum vóru tað nøvnini Julia, Emma, Isabella, Nora, Ria og Sólja, sum vóru tey best umtóktu í fjør. 

 

Lív var tað einasta gentunavnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og fyri 20 árum síðani. Tá vóru nøvnini Ronja, Vár, Helena og Rebekka ovast á listanum. 

 

Av dreingjanøvnunum var Jónas tað einasta navnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og í 2001. Tá vóru nøvn sum Jákup, Hanus, Rói og Dánjal best umtókt. 

 

Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam hjá dreingjum, og Brá, Vón og Ria hjá gentum.

 

Við at trýsta HER, ber til at síggja, hvussu nógv í Føroyum eita tað sama sum tú