Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League hevur verið í Nyon í Sveis í dag. Lutakastið var eitt opið lutakast, so at øll kundu møta øllum.
Sostatt kundu sponsku liðini eisini renna inn í hvønn annan. Tað hendi eisini, tí Atletico Madrid og Real Madrid møtast. Eisini møtast PSG og Barcelona, sum eisini vóru í bólki saman.
Fyrru fjórðingsfinalurnar verða spælar 14. og 15. apríl, og seinnu fjórðingsfinalurnar verða spældar 21. og 22. apríl.
Fjórðingsfinalurnar í Champions League:
Paris Saint-Germain - Barcelona
Atletico Madrid - Real Madrid
FC Porto - Bayern Munchen
Juventus - Monaco