Hesi marsipanbreyðini skulu ikki etast

Marsipanbreyð er vældámt góðgæti, helst á jólum, men nú vísir tað seg, at tað er galið við fleiri sløgum av hesum vælumtókta góðgæti

Tey, sum ætla at fáa sær marsipan, kanska til jóla, skulu helst lesa tað væl, sum stendur við smáum á pakkingini.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nevniliga ímóti fleiri sendingum av tí kendasta slagnum av marsipanbreyði um okkara leiðir, nevniliga marsipanbreyði frá Anton Berg. Tað vísir seg nevniliga, at tað er galið við fleiri sløgum av hesum góðgæti.

 

Ítøkiliga er talan um "Anthon Berg Marcipanbrød Whisky", sum ávarað verður ímóti. Talan er um marsinpanbreyð, sum viga 40 gramm, netto, og sum eru best fyri 23.juli næsta ár. Varunummarið er 935800,EAN strikukodan er: 5774540935805

 

Ávarað verður somuleiðis ímóti "Anthon Berg Marcipanbrød Cognac". Eisini í hesum føri er talan um marsinpanbreyð sum siga 40 gramm, netto. Her er talan um marsinpanbreyð, sum eru best fyri 23. juli næsta ár og 25. juli næsta ár. Varunummarið er 934360 og EAN strikukodan er 57540573

 

Og harafturat verður ávarað ímóti “Anthon Berg Sweet Moments Marzipan Bar Mini”
Tey viga 165 gramm, netto og avaringin umfatar allar sendingar sum eru best til og við 9. oktober næsta ár. Varunumruni eru 906000 og 905800, og EAN strikukodan er 5774540905808.

 

Tað verður eisini ávarað ímóti “Anthon Berg Sweet Moments Marzipan Collection” sum viga 400 gramm, netto og sum eru merkt at vera best allar dagar til og við 3. september næsta ár Varunummarið er 909500 og EAN strikukodan er 5774540909509

 

Orsøk til ávaringina er, at smá petti av appilsinlittum plasti er funnið í summum pakkum. Plastið er av útgerð, ið verður brúkt at gera marsipanið í.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at plast er ikki mannaføði og tí verður mælt til at tveita marsipanbreyð, sum eru av hesum sendingum, burtur, ella at lata handlinum, haðani tað er keypt, aftur.