Hesi kunnu koma víðari

Champions League: Manchester United og Liverpool millum liðini, ið ikki eru endaliga víðari

Í kvøld og í morgin verður sætta og seinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League. Feløg sum Real Madrid, FC Barcelona, Paris Saint-Germain, Bayern Munchen, Manchester City, Tottenham, Chelsea og Besiktas eru víðari, meðan Manchester United og Liverpool hava góð kort á hondini.

 

Her er ein gjøgnumgongd av bólkaspælinum og hvat skal til fyri at koma víðari hjá teimum ymisku liðunum. Nummar eitt og tvey fara víðari til endaspælið í Champions League, meðan nummar trý sleppur í endaspælið í Europa League.

 

Stendur javnt í stigum, so er tað innanhýsis sum telur fyrst. Síðani málmunurin og so skotin mál.

 

Bólkur A:

Tað skal ganga óvanliga illa hjá Manchester United, um teir ikki skulu koma víðari í kvøld. Teir skulu í minsta lagi tapa við seks málum, áðrenn tað er ein møguleiki fyri, Basel og CSKA yvirhála. Basel er betri innanhýsis móti CSKA, so teir skulu bara fáa minst líka gott úrslit sum russararnir, so eru teir við.

 

Støðan:

1. Manchester United 12 (stig) +8 (Málmunur)

2. FC Basel 9 stig + 4

3. CSKA Moskva 9 stig – 1

4. Benfica 0 stig – 11

 

Dystir í kvøld:

Benfica - Basel

Manchester United - CSKA Moskva

 

Bólkur B:

PSG og Bayern Munchen er víðari, men Bayern Munchen skal vinna heili 4-0 í kvøld á PSG, um teir skulu taka fyrsta plássið. Celtic kemur í Europa League um teir klára seg betri enn at tapa 3-0 móti Anderlecht.

 

Støðan:

1. PSG 15 stig + 23

2. Bayern Munchen 12 stig + 5

3. Cetic 3 stig – 12

4. Anderlecht 0 stig – 16

 

Dystir í kvøld:

Bayern Munchen – PSG

Celtic - Anderlecht

 

Bólkur C:

Chelsea er víðari, men kann við einum tapi í kvøld móti Atletico Madrid blíva yvirhálað av AS Roma, um teir vinna á FK Qarabag. AS Roma er víðari um teir fáa fleiri ella eins nógv stig og Atletico Madrid, men enda bæði liðini á níggju stigum, so stendur Atletico Madrid sterkari í innanhýsis uppgerðunum.

 

Støðan:

1. Chelsea 10 stig + 8

2. AS Roma 8 stig + 2

3. Atletico Madrid 6 stig + 1

4. FK Qarabag 2 stig – 11

 

Dystir í kvøld:

AS Roma – FK Qarabag

Chelsea – Atletico Madrid

 

Bólkur D:

FC Barcelona er víðari sum 1’ari, tí teir eru betri innanhýsis enn Juventus, somuleiðis er betri innanhýsis enn Sporting Lisbon. Tí skulu portugisarnir hava fleiri stig enn Juventus í kvøld, um teir ætla sær víðari. Ella verður tað Europa League.

 

Støðan:

1. FC Barcelona 11 stig + 6

2. Juvetnus 8 stig 0

3. Sporting Lisbon 7 stig + 1

4. Olympiakos 1 stig – 7

 

Dystir í kvøld:

FC Barcelona – Sporting Lisbon

Olympiakos - Juventus

 

Í morgin hyggja vit nærri eftir hinum fýra bólkunum, sum verða avgreiddir tá. Har kann millum annað Liverpool spæla seg víðari, men tað kostaði dýrt at Sevilla javnaði til 3-3 í farna umfari.