Í kvøld er árliga gallaveitslan í hondbólti í Vestmanna, har ársins leikarar verða kosnir.
Fleiri heiðrar eru á skránni, og fyri løtu síðani gjørdist greitt hvørjir vinnararnir vóru av øllum teimum ymisku ársins.
Felags fyri valini hjá bæði monnum og kvinnum er, at størsti parturin av teimum, ið eru vald sum ársins, koma frá føroyameistarafeløgunum, H71 hjá monnum og Kyndli hjá kvinnum. Tó so eru eisini leikarar frá øðrum feløgum, ið hava vunnið heiðrar.
Ársins leikarar 2016 eru:
Peter Krogh (H71) og Maja Dragoljubovic (Kyndil)
Ársins verjuleikarar 2016 eru:
Tony Veyhe (KÍF) og Bjarta Johansen (Kyndil)
Ársins áleyparar 2016 eru:
Filip Jojic (VÍF) og Danijela Mistric (VB)
Ársins málverjar 2016 eru:
Mladen Meri Mjerimecka (VÍF) og Maja Dragoljubovic (Kyndil)
Ársins stjørnuskot 2016 eru:
Hilmar Leon Jakobsen (H71) og Súna Krossteig Hansen (Kyndil)
Ársins dómarar 2016 eru:
Arnar Dam og Gert Hansen (KÍF)
Ársins lið hjá monnum:
Nicholas Satchwell (Neistin), Rúni Joensen (KÍF), Filip Jojic (VÍF), Jónas Djurhuus (H71), Peter Krogh (H71), Allan Norðberg (Stíf), Helgi Hoydal (H71)
Ársins lið hjá kvinnum:
Maja Dragoljubovic (Kyndil), Ninna Katrin Johansen (Stíf), Bjarta Johansen (Kyndil), Turið Arge Samuelsen (Kyndil), Eir Berg (Neistin), Bára Krossteig Hansen (Kyndil), Danijela Mistric (VB)