Búnaðarstovan hevur gjørt nakrar royndir við eplaveltum í fjør. Og úrslitið av teimum royndunum hava nú fingið tey at gera ein lista við eplum, sum tey mæla til at brúka sum setepli í nú í vár.
Her er bæði talan um epli, sum eru væl roynd í Føroyum, men nøkur nýggj sløg eru eisini. Og so eru tvey sløg av eplum, sum eru mótstøðufør ímóti svartaspillu.
Til flagveltu mælir Búnaðarstovan til at brúka hesi sløgini av seteplum:
Destiny: Nýtt slag. Eplini eru hvít við reyðum eygum, mjølvut, smakka væl og geva nógv, miðalstór epli.
Folva: Mest brúkta etingarepli í Norður Evropa, hvít, miðal mjølvut, geva nógv hvørt ár, eplini eru passalig í stødd.
Hanna: Hvít, miðal mjølvut, eitt sindur ójavna úrtøku, tó sum oftast yvir miðal, nógv stór epli, tíðliga vaksin.
Cimega: Nýtt slag, gul, stór epli, sum veksa væl.
Oleva: Reyð, mjølvut, smakka væl, miðal stødd, gevur javnt nógv og kunnu goymast leingi
Raja: Reyð, mjølvut, vælsmakkandi, vøkur epli, miðal stødd og gevur javnt nógv. Raja er mótstøðufør ímóti svartaspillu!
Carolus: Nýtt slag, hvít við reyðum eygum, mjølvut, smakka væl, miðal úrtøku, mótstøðufør móti svartaspillu!
Esmee: Reyð, ikki mjølvut, geva nógv, stór epli.
Carolus: Nýtt slag, hvít við reyðum eygum, mjølvut, smakka væl, miðal úrtøku, mótstøðufør móti svartaspillu!
Til moldveltu mælir Búnaðarstovan til at brúka somu sløg sum til flagveltu. Men tey leggja tó afturat, at Raja veksur ikki so væl í sandjørð og verða ofta skurvut, sigur Búnaðarstovan.