Hesi 27 londini eru klár til HM í fótbólti

Sveis er tann 27. tjóðin, sum hevur vunnið sær atgongd til HM-endaspælið, tá liðið í dag vann á Norðurírlandi eftir tveir dystir

Í dag gjørdist greitt, at Sveis er til reiðar til HM-endaspælið í Russlandi, eftir at sveisar vunnu á Norðurírlandi 1-0 eftir tveir playoffdystir.

 

Tilsamans eru nú 27 tjóðir klárar til HM í 2018. Tilsamans verða 32 landslið í endaspælinum.

 

Hesi londini hava vunnið seg til endaspælið:

 

Úr Afrika:

* Tunesia.

* Marokko.

* Nigeria.

* Egyptaland.

* Senegal.

 

Úr Ásia:

* Iran.

* Japan.

* Saudi-Arabia.

* Suðurkorea.

 

Úr Evropa:

* Russland (vertur).

* Belgia.

* Pólland.

* Týskland.

* Ongland.

* Spania.

* Ísland.

* Serbia.

* Frankaríki.

* Portugal.

* Sveis.

 

Úr Norður- og Miðamerika:

* Meksiko.

* Costa Rica.

* Panama.

 

Úr Suðuramerika:

* Brasilia.

* Uruguay.

* Argentina.

* Colombia.

 

/ritzau/