Heilsufrøðiliga Starvsstovana ávarar nú um eitt slag av vitamunum, sum er at fáa í Føroyum. Talan er um Coop Vitamin B Complex, kostískoyti, har tað eru 175 tablettir í glasinum.
Orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv folsýra í tablettunum. Folsýra er eitt slag av B-vitaminum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at tað kann vera vandamikið hjá børnum undir 15 ár at taka hetta kostískoytu
Tað, sum er avgerðandi er, at fólk ikki fáa ov nógv av folsýru í longri tíð. Sostatt leggja fólk, sum bara taka hesar vitaminirnar í styttri tí, ikki merki til nakað.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til, at tey, sum liggja inni við hesum vitaminunyum um at lata tað aftur í handilin, har tað er keypt, ella at koyra tað í skrell.











