Hóast bert 4 mánaðir eru fanir av 2016, so eru fleiri legendur ikki millum okkum á foldum longur.
Síðstur í røðini er Prince. Deyðsboðini komu í dag. Prince gjørdist 57 ára gamal.
Áðrenn Prince eru fleiri kend nøvn komin undir teigin við andlátum.
David Bowie andaðist 10. januar av krabba, 69 ára gamal.
Allan Rickman,kendur frá Harry Potter filmunum, doyði 4 dagar seinni, 69 ára gamal.
Tann 18. januar doyði Glenn Frey, kendur út Eagles. Frey gjørdist 67 ára gamal.
Sir George Martin, heimskendi framleiðarin hjá The Beatles, doyði tann 8, mars, 90 ára gamal.
Guy Hamilton doyði mikudagin, 93 ára gamal. Hann var filmstjóri á 4 av James Bond filmunum.
Og country legendan Merle Haggard andaðist fyrst í apríl 2016.