Hesar skulu royna at vinna seg til HM-endaspælið

Her er hópurin til HM Play Off dystirnar móti Litava

HSF skrivar: -

 

 

 

KVINNULANDSLIÐIÐ ÚTTIKIÐ

 

Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Litava, sum verða, ávikavist, heima 9. apríl Við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

 

Málverjar:

Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Útileikarar:

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)

Karin Egholm, H71

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Brynja Høj, Neistin

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Elsa Egholm, H71

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)

Fríða Nolsøe Olsen, VÍF

Marita Mortensen, HØJ (DEN)

Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)

Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DEN)

 

Fitt av atgongumerkjum eru seld til heimadystin, men enn eru nøkur standipláss at fáa til keyps á atgongumerki.fo. 

 

Eisini ber til at ferðast við landsliðnum til tann seinna og avgerðandi dystin í Litava. Les meira her:

www.atlantic.fo/keyp/fer%C3%B0am%C3%A1l/kaunas/