Osteria Francescana í Modena í Italia er kosin sum heimsins besta matstovu á heiðurstiltakinum The World’s 50 Best Restaurants. Matstovan var eisini kosin heimsins besta í 2016, men misti heiðurin til Eleven Madison Park í New York, sum hesaferð varð nummar 4.
Katalanska matstovan El Cellar de Can Roca í Girona, sum áður er kosin heimsins besta matstova, varð hesaferð nummar 2, og Mirazur í Menton í Fraklandi varð nummar 3.
Danska matstovan Geranium í Keypmannahavn er fremsta norðurlendska matstovu og varð nummar 19.
Listin yvir 10 tær bestu matstovurnar er hesin:
1. Osteria Francescana, Modena, Italia
2. El Celler de Can Roca, Girona, Spania
3. Mirazur, Menton, Frankland
4. Eleven Madison Park, New York, USA
5. Gaggan, Bangkok, Thailand
6. Central, Lima, Peru
7. Maido, Lima, Peru
8. Arpège, Paris, Frankland
9. Mugaritz, San Sebastian, Spania
10. Asador Etxebarri, Axpe, Spania










