Hesar byrja móti Ukraina

Liðið er sett til HM undankappingardystin í Kovalivka í kvøld

Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur sett liðið til dystin móti Ukraina í kvøld. Samanborið við seinasta dyst, eru tvær broytingar í byrjunaruppstillingini. Jensa Tórolvsdóttir hevur undan dystinum verið ivasom, og hon er tí ikki millum tær fyrstu 11 á vøllinum í kvøld. Hinvegin er Kára Djurhuus tøk aftur eftir skaða, og hon byrjar á føroyska høgra bakkinum, meðan Sanna Svarvadal er við frá byrjan á miðvøllinum.

 

Tær fyrstu 11 á vøllinum fyri Føroyar eru:

 

Óluva Allansdóttir Joensen – Ásla Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan, Kára Djurhuus – Sanna Svarvadal, Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal – Julia Naomi Mortensen og Maria Biskopstø.

 

Á føroyska bonkinum eru Monika Biskopstø, Maria á Lakjuni, Durita Hummeland, Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr og Lea Lisberg.

 

Dysturin millum Ukraina og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð. Dysturin verður tíverri ikki stroymdur, men til ber at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá UEFA.